Um PAXEL123

Heimasíðan Paxel123.com er ætlað børnum í forskúla og í skúlaaldri, sum á fyrsta sinni skulu arbeiða við orðum og hugtøkum á móðurmálinum og í støddfrøði.

Endamálið við Paxel123.com er ígjøgnum telduspøl at styrkja fatanina og lesiførleikan hjá børnum í støddfrøði og í móðurmálinum.

Spølini á PAXEL123.com eggja formsans, talfatan og skilvísa hugsan. Harumframt eru spøl, ið leggja dent á rím, stavir og orð. Spølini hóska væl at nýta í undirvísingini av børnum við serligum tørvi, t.d. børnum við útlendskum uppruna.

Hugskotið til PAXEL123.com er grundað á tær royndir, ið Anna Magrét Òlafsdóttir hevur sum leiðari á barnagarðinum Nóaborg í Reykjavík. Barnagarðurin hevur í meira enn 10 ár miðvíst arbeitt við støddfrøði og skriftmáli saman við børnunum. Flest øll spøl og leikur í barnagarðinum eru heimagjørd og lagað eftir teirra miðvísa endamáli at styrkja móðurmál og støddfrøði gjøgnum spøl. Best umtóktu spølini hjá børnunum, ígjøgnum hesi árini, eru dagførd til telduspøl á paxel123.com. Harafturat eru eisini nýggj spøl komin afturat.

Elín Ey og Eyþór Gunnarsson hava tónasett tónleikin til spølini á paxel123.com

Vit takka øllum, ið á ymsan hátt hava hjálpt til at fingið paxel123.com í lag.

Vit takka niðanfyri nevndu felagsskapum og mynduleikum fyri fíggjarligan stuðul í sambandi við at seta paxel123.com í verk.

Nordplus – Nordiske Sprog and Kultur nordplus.is

Icelandic Teachers Union ki.is

The Ministry of Education, Science and Culture – a project to promote awareness and understanding of Nordic languages – Nordic Council of Ministers norden.org

Barnavinafélagið Sumargjöf. A foundation that started the first preschool in Reykjavík in 1924 and also started the first school educating preschoolteachers in Iceland in 1946.

SAFT– an organisation in Iceland whose mission is to empower children and parents to enjoy the internet and new media in a safe and positive way. SAFT is a part og Insafe, an EU funded project which aims to raise Internet safety-awareness standards and support the development of information literacy for all.

The board of Human rights in Reykjavik – Mannréttindaráð Reykjavíkur – rvk.is

Þróunarsjóður námsgagna ( A fund for the development of teaching material – The ministry of education)

 

Tú kanst seta teg í samband við okkum: annamagga60(at)gmail.com.

Fyri at spæla á paxel123.com skalt tú hava Java og Flash á telduni. Um tú ikki hevur Java á telduni, kanst tú taka forritið niður við at trýsta hesa leinkju.

Um tú vilt hoyra bakgrundstónleikin á spølunum, krevst at tú fært spælt midi-fílar á telduni. Tú kanst taka forritið til midi-fílar niður við at trýsta á hesa leinkju.